Tað eru viðurskiftini í heimshandlinum, sum fáa indiskar bøndur at geva skarvin yvir, og tá eru nógvir teirra so tyngdir av skuld, at teir síggja sær ongan annan útveg enn at beina fyri sær.
-Heimsbankin fekk okkum at strika avmarkingarnar fyri innfluttum vørum og minstaprísin á landbúnaðarvørum sum eitt nú bummull. Men teir kundu ikki tryggja okkum javnbjóðis kapping á heimsmarknaðinum, so bøndurnir kundu sleppa av við sínar vørur. Tá prísirnir á heimsmarknaðinum fella, økjast sjálvmorðini millum bøndurnar, sigur indiski landbúnaðarfrøðingurin Devinder Sharma við danska blaðið Information.
Ein kanning í landspartinum Maharastra hevur avdúkað, at næstan allir bøndurnir, sum hava tikið lívið av sær, høvdu tikið stór lán fyri at venda gongdini á garðinum. Teir flestu høvdu lænt pengarnar frá pengamonnum og fyritøkum, sum krevja ovurhonds høga rentu, tí teir indisku bankarnir halda tað ikki vera ráðiligt at seta pengar í landbúnaðin.










