Bøndur og Bóndafelagið taka frástøðu frá djórapínslu!

Bóndafelag Føroya

Tíðindaflutningurin hesa seinastu tíðina hevur verið merktur av einum sera óhepnum málið, har ein djóraeigari hevur verið meldaður fyri djórapínslu.

Í onkrum førum hevur verið havt á loftið, at slíkt er ikki óvanligt og onkur situr helst eftir við tí fatan, at slíkt er vanligt millum bøndur, men tað er als ikki veruleikin.

Tað eru fakstu bøndur sum einans eru bøndur við tí fyri eygað at vinna pening. Orsøkin er í flestu førum tí hesi fólk hava serstakan tokka til djór, umhvørvi og tað lív sum hetta hevur við sær at vera bøndi. At vera bøndi er aloftast ein lívstílur sum mann annahvørt kann ella ikki kann liva við.

Men landbúnaðurin er hóðast alt ein vinnuvegur mong liva av. Eins og í londunum rundan um okkum royna vit føroyingar at menna hesa vinnu sum ikki so langt síðani var tað føroyingar høvdu sum livibreyð. Struktururin í landbúnaðinum er nú tann, at vit hava bøndur sum einans liva av tí landbúnaðurin kastar av sær, meðan vit eisini hava parttíðarbøndur, traðarmenn osv.

Sum menniskju eru vit ólík. Vit eru ólík í verumáta og vit eru ólík tá tað snýr seg um ábyrgdarkenslu. Summi ganga langt yvir "vanlig mørk" og handfara húsdjór sum tað var talan um menniskju ella børn, summi hava djór sum vanlig kelidýr meðan bøndur flest hava djórahald sum vinnuveg.

Felags fyri okkum øll er at vit í flestu lutum eru undirløgd lógir, kunngerðir og reglur. Hesar eru góðar at hava, men okkara vit og skil er í flestu førum best at halda seg til. At vera bøndi og fáast við djór krevur sera nógv umhugsni og planlegging eins og tað er eitt sera ábyrgdarfult starv.

Tað er, tíverri ógjørligt at umganga, at slíkt fyrikemur, men tá er gott at fólk siga frá soleiðis at tað kemur fyri ein dag og alt fyri eitt verður fyribyrgt. Djórapínslu tekur Bóndafelagið og bøndur sum heild, harliga frástøðu frá og til alla lukku er tað undantak, at tað kemur fyri.