Løgreglan sigur seg hava nógv at gera við at minna bøndur á, at ikki er loyvt at tað hesa ársins tíð.
Í 2012 varð nýggj kunngerð um taðing sett í gildi í Føroyum. Í henni stendur, at tað einans er loyvt at taða frá 15. mars til 15. oktobur. Tað merkir, at um heystið og veturin er als ikki loyvt at taða.
Endamálið við kunngerðini er at forða fyri dálking, heilsuvanda og ampum av taðing, umframt at fremja nýtsluna av tøðum sum tilfeingi.
Kortini vísir tað seg, at nógvir bøndur hava ilt við at halda seg til lógina og taða tí alt árið. Í nógvum førum er orsøkin tann, at køsturnir eru ov smáir, og tí mugu teir sleppa av við tøðini eisini vetrarhálvuna.
Trupulleikin er, at bøurin ikki er førur fyri at taka ímóti tøðunum hesa árstíðina. Tískil verður taðið liggjandi omaná og síðani skolað út í áir og vøtn, í onkrum førum drekkivatn hjá fólki.
Fram til 1. januar 2017 kundu bøndurnir søkja um undantaksloyvi at taða frá oktobur til mars, men sambært kunngerðini er hetta ikki ein møguleiki longur.
Kunngerðin sigur, at mykjubrunnar, køstar, súrhoyggjabrunnar og tílíkt skulu í minsta lagi rúma tí, sum svarar til 6 mánaða framleiðslu av tøðum. Og tað er væl sannlíkt, at tað er her, føroysku bøndurnir hava trupulleikar.
Revsingin er í fyrsta lagi bót, men kann herðast upp til fongsul í eitt ár, um brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni og um tað voldir skaða á umhvørvið ella um ein hevur fingið ella ætlað peningaligan fyrimun fyri viðkomandi ella onnur.