Bønarmøti um allan heim

Roknað verður við, at um 220 milliónir fólk savnaðust til bøn í sambandi við tiltakið The Global Day of Prayer, sum varð hildið í 198 londum hvítusunnudag


 
Altjóða bønardagur: 
Í Danmark varð stóra bønartiltakið, The Global Day of Prayer, hildið á Ráðhúsplássinum hvítusunnudag.
Stórur pallur var settur upp, har drama og sangleikir vórðu framførd. Prestar og fólk úr ymiskum samkomum bóðu um Guds fyrigeving og signing til danska fólkið og tjóðina.
Øll trý londini í ríkisfelagsskapinum vóru umboðaði, og var Øssur Berghamar biðin um at hava eina bøn fyri Føroyum og Grønlandi.
Fyriskipararnir vita ikki, hvussu nógv fólk vóru til tiltakið. Men um eini 2000 sanghefti vóru latin fólki, sum komu og fóru teir tríggjar tímarnar, ið tiltakið vardi.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Øll heimsins lond
Tað er suðurafrikanarin Graham Powers, sum fyri seks árum síðani fekk eina sjón um at savna kristin í allari verðini til bøn hvítusunnudag at biðja fyri londum sínum.
Fyrsta tiltakið varð hildið í 2001 á Newland stadion í Cape Town, har tað eydnaðist at savna 45.000 fólk til bøn.
Í 2002 vóru 8 ymisk pláss í Suðurafrika umboðaði. Í 2003 savnaðust milliónir av trúgvandi á 130 ymiskum stadion í Suðurafrika. Árið eftir var talið komið upp á 58 lond.
Í fjør var fyrsta árið, ið bønardagurin varð globalur, við 220 milliónum biðjandi kristnum í 156 londum.
Tiltakið hevur nú breitt seg til 198 lond. Onkur einstøk samkoma í Føroyum hevði boðað frá luttøku, og tí vóru Føroyar eisini á listanum millum luttakararnar. Men enn hevur ikki verið skipað fyri tiltakinum alment her.
Visjónin er, at tað í seinasta lagi í 2010 skulu vera luttakarar úr øllum teimum 245 tjóðum heimsins við í tiltakinum.
Og væntandi teljast Føroyar komandi ár millum londini, ið tvørkirkjuliga fara at skipa fyri uttandura tiltøkum á altjóða bønardegnum The Global Day of Prayer.
Komandi árini verður tiltakið hildið hvítusunnudag við orðunum úr Habakkuk 2, 14 sum yvirskrift:
Tí jørðin skal verða full av kunnskapi um dýrd HARRANS, eins og havsdjúpið er fult av vatni.
Les meira á: www.gdopusa.com og www.kristnastova.dk