Í álitinum um fíggjarlóg 2018, sum í dag varð lagt fyri løgtingið, skjýtur meirilutin í fíggjarnevndini upp, at 700 túsund krónur aftrat verða játtaðar til Búnaðarstovuna í Kollafirði. Um hetta verður soleiðis skrivað í álitinum:
Umboð fyri Fiskimálaráðið og Búnaðarstovuna hava verið í samskifti á heysti í 2017 um neyðugar ábøtur og umbyggingar í bygningunum hjá Búnaðarstovuni í Kollafirði. Partarnir hava gjørt niðurstøðu um at fremja neyðugar dagføringar, umbyggingar og ábøtur.
Í fyrstu atløgu skal niðurslitna hitaveitingarskipanini á Búnaðarstovuni skiftast frá verandi oljufýring til eina grøna orkuvinaliga loysn við hitapumpum. Fyrireikingarnar hava verið gjørdar í neyvum samstarvi við Landsverk, ið umsitur viðlíkahaldið av bygningunum á Búnaðarstovuni, og við orkudeildina á Umhvørvisstovuni, ið m.a. hevur latið borað eitt jarðhitahol á staðnum til granskingarendamál, sum nýggja hitaskipanin fær ókeypis gagn av.
Fyrireikingarnar eru nú komnar á mál, og verkætlanartilfarið við lýsing av uppgávuni, kostnaðarmeting og útbjóðingartilfari v.m. er klárt. Tað er Landsverk, ið hevur staðið fyri hesum partinum, og tað verður somuleiðis Landsverk, sum í høvuðsheitum skal umsita, góðskutryggja og hava eftirlit við arbeiðinum.
Arbeiðið at skifta út sjálva hitaskipanina í báðum bygningunum (fyrisitingarbygninginum og verkstaðarbygninginum) er av Landsverki mett at kosta uml. 930 us. kr. Av hesum miðar Landsverk eftir at kunna rinda 310 tús. kr. av síni egnu játtan til viðlíkahald av bygningum. Sostatt er neyðugt at finna aðra fígging á uml. 620 tús. kr. til tað arbeiðið. Harumframt verða nakrar aðrar útreiðslur av ymsum fyrireikingum til at loysa uppgávuna, so mett verður, at tørvurin á fígging verður umleið 700 tús. kr. Fíggingin verður fingin til vega við grundarlagi í løgtingslóg um Búnaðargrunn § 6 b.