Øssur av Steinum
Síðan Búnaðarstovan flutti á Búnaðardepilin í Kollafirði, hevur hon í lýsingum sínum nýtt Frammi í Dali sum staðarnavn.
Hetta er skeivt. Tú skalt longur fram, áðrenn tú ert komin fram í Dal.
Har Búnaðarstovan er, verður kallað á Heygsfløtum. Dygst vestanvert Búnaðarstovuna rennur Rangagilsáin, og beint niðan fyri í Dalánni eru/vóru Skælingsløgini. Eitt fornminni, ið tað almenna sópaði burtur, tá farið varð at grunda fyri Royndarstøðini.
Her í Kollafirði eri mong staðanøvn gloymd ella eisini misbrúkt, síðan bygdin legði saman við Tórshavnar kommunu, tí má talast harðliga at av øllum, ið hava ans og eru góð við tey ymsu staðarnøvnini kring bygdina.Tey í Havnini gera hetta ikki fyri okkum. Sær er hond hollast.
Gott í tykkum á Búnaðarstovuni; Fáið handan skeivleikan rættaðan. Vilja tit ikki nýta á Heygsfløtum, so hava tit tó tveir aðrar møguleikar, ið her eru vístir á.