Í bøn fyri vali og verkfalli

Bøn: Fleiri samkomur og einstaklingar eru farin undir eitt miðvíst bønarátak, nú tað stundar til val, samstundis sum ósemja er á arbeiðsmarknaðinum. 

Átakið byrjaði 30. desember í fjør og varir samanlagt í 40 dagar. 

Millum bønarevnini er løgtingsvalið, at menn og kvinnur ið óttast Harran verða vald og at Harrin framvegis má signa og verja landið. Biðið verður eisini fyri at partarnir í ósemjuni millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið mugu finna semju, og at Harrin má signa og varða okkara arbeiðsmarknað, bæði á landi og á sjógvi. 

Heitt verður á fólk um at seta tíð av á døgninum til bøn.