Bøn er til stóra nyttu

Tá eg las greinina hjá Guttormi Djurhuus, rann mær í hug søgan um atheistin, sum var farin á veiðiferð. Ólukkutíð varð hann tikin á bóli av eini bjørn og hevði als ongar møguleikar at flýggja ella at skjóta bjørnina. Í neyðini gjørdi hann sum so mangur annar í dýrastu neyð, hann fór at biðja. Ájú, sanniliga hoyrdist ein rødd úr erva, sum segði:

Dánial á Dul Jacobsen


»Hví kallar tú á Meg nú? Tú trýrt jú ikki, at Eg eri til!«.

Við hesum orðum klárnaði hjá atheistinum og hann mannaði seg upp og valdi at síggja vandan beint í eyguni. Men hvat? Deyðin var vísur, so í ítarstu neyð síni rópti hann enn einaferð:

»Gud, um tú ert til, kanst tú so ikki gera bjørnina kristna«.

Undrandi sær atheisturin, at bjørnin steðgar á, í tí hon skal høgga til, leggur labbarnar saman og fer at syngja: »Vit takka úti, vit takka heima...«

Skemt til síðis. Fríggjadagin 11. august hevur Guttormur Djurhuus eina grein í Sosialinum um, hvussu menningarlæran byrjaði, og um hvussu lættliga evulutiónin kann skapa eygu. Hon hevur, sum hann sigur, plenty of time, og vituligt - tað er jú bara tíð, sum skal til, og tá tú heilt sleppur undan at diskutera spurningin við nakran skapara ella designara, so er svarið líkamikið.
Fríggjadagin 18. august hevur Guttormur aftur eina grein, sum hesuferð leggur eftir bønini, og enn einaferð eru tað vísindi, sum stuðla niðurstøðuni, at bøn er til onga nyttu. Ein kanning, sum kemur til ta niðurstøðu, at tað ger verri at biðja. Siti við eini kanning um hjartatrupulleikar og bøn. Henda kanning verður umrødd í internetútgávuni hjá norska blaðnum VG tann 14.1.2000. Har verður millum annað sagt: Bønn gjør alvorlig hjertesyke bedre, viser en vitenskapelig studie  selv når pasientene blir bedt for av fremmede, uten å vite om det selv. Pasientene som ble bedt for, opplevde færre komplikasjoner og fikk det i gjennomsnitt ti prosent bedre enn pasienter som ikke ble bedt for, konkluderer studien. Ein kanning og onnur. Hví ikki máta Atlantshavið við eini teskeið? Tað kundi veri áhugavert.
Sum av so mongum setur Guttormur Djurhuus eisini her vísindi fram sum alfa og omega, men tað er ein stór misskiljing. Vísindi eru í sjálvum sær bert amboð, sum kunnu hjálpa okkum at greina og fata umstøður og kringumstøður okkara. Sum onnur amboð kunnu vísindi brúkast bæði til gott og ilt. Tak til dømis knívin. Eitt amboð, sum einki húsarhald kann vera fyri uttan, men brúktur á skeivan hátt hevur knívurin kravt óteljandi mannalív. Mong eru tey, sum hava brúkt vísindi sum morðvápn. Vísindi, og tá serstakliga menningarlæran, eru av mongum brúkt sum knívur at drepa trúnna, men tað er og verður vónleyst. Tað hevur søgan tey seinastu hundrað árini so ruddiliga prógvað.
Var tað ikki fyri bøn, so var føroyska samfelagið ikki tað, tað er í dag. Vi kunnu bert fara nøkur fá ár aftur í tíðina, tá samfelagskreppan var upp á tað harðasta. Onkur, er hann nevndur, er hann kendur, spáddi tá, at tað fór at verða ógjørligt at stabilisera fólkatalið í Føroyum omanfyri tey 40 túsund. Vit máttu síggja veruleikan í eyguni, at tað fór ikki at bera til hjá Føroyum at bera fleiri enn 25 túsund tandur. Ja, og tað sá veruliga svart út. Spádómurin kundi lættliga verið gingin út, MEN BØNIN vendi gongdini, so at vit í árunum, sum farin eru síðani, ongantíð hava verið fleiri fólk í Føroyum enn tað sama. Tá samfelagið lá í skeljasorli og fiskaloysi valdaði í fleiri ár, útlitini vóru av teim ringasta, tá sameintist tey í Føroyum, sum trúgva at bøn er til stóra nyttu, og uttan at nakar vísindamaður tá var førur fyri at greiða frá, hvat hendi, so vendist fiskaloysið til fiskiríkidømi. Restin er søga. Jú, bønin er til stóra nyttu.