Tíðindaskriv
Komandi ár verður burturkastskipanin í Tórshavnar kommunu endurskoðað og broytt. Í framtíðini eru tvey lykla hugtøk: At skilja og at endurnýta.
Í fyrstu atløgu verður ein royndarinnsavning av pappíri og pappi frá vanligum húskjum sett í verk í fýra ymsum býarpørtum í Havn. Innsavningin skal geva neyðuga grundarlagið fyri, at ein innsavningar- og endurnýtsluskipan av pappíri og pappi frá øllum húskjum í kommununi kann setast í verk seinni komandi ár.
Í vár verður eitt nýmótans endurnýtslupláss tikið í nýtslu sunnan fyri Brennistøðina á Hjalla. Plássið verður karmur um eina virkna endurnýtsluskipan fyri einstaklingar og virkir. Burturkast skal latast inn á endurnýtsluplássið og skiljast eftir ávísum fyriskriftum. Tað skal tryggja, at vandamikið burturkast, m.a. PVC og trýstdýggjaður viður verður skilt frá vanliga burturkastinum umframt at virðismikið tilfeingi, m.a. pappír, papp og glas verður gagnnýtt í mest møguliga mun.
Harumframt verður arbeitt við øðrum verkætlanum innan skiljing og endurnýtslu.
Tórshavnar kommuna skipar í hesum sambandi fyri kapping um búmerki, sum skal eyðkenna og ímynda ætlaðu broytingarnar. Búmerkið skal nýtast í kunnandi tilfari, á ruskspannum, bilum og bingjum v.m. Ein dómsnevnd verður sett at taka støðu til innkomnu uppskotini. Vinnandi búmerkið fær kr. 15.000,00 í virðisløn.