Sosialurin hevur tosað við ein av høvuðsstigtakarunum fyri innsavnanini av undirskriftum til mótmælisskrivið til bisp, har mótmælt verður, at bispur í fýra førum hevur tikið Peter O. K. Olofsson av ræði. Hetta skal hann hava gjørt, tá ein kvinnuligur prestur fekk loyvi frá honum at halda ta regluligu guðstænastuna í Fuglafjarðar kirkju í 1991, tá dómpróvsturin fekk loyvi at halda ta regluligu guðstænastuna í Elduvíkar kirkju í 1995, tá bipsur gav loyvi ti, at tað skuldi verða lisið úr lestrarbókini "Lívið spratt av kærleiks rót" í Elduvíkar kirkju í 1996 og tá ein kvinnuligur prestur fekk loyvi at prædika við teirri regluligu guðstænastuna í Fuglafjarðar kirkju í 1998.
Heimildarfólkið sigur, at hon enn stendur fast við mótmælið, hon saman við øðrum sendi bispi. Men hon heldur, at skjótt er at loysa trupulleikan, um bispur er sinnaður til tess. Hann skal bert lata sóknarprestin hava ræðið yvir guðstænastuni á middegi sunnudag, og so skal latast vera við at lesa ávísar lestar úr bókini »Lívið spratt av kærleiks rót«. Tá hetta er avgreitt, so verða allir aðrir trupulleikar, ið av hesum hava stungið seg upp í seinastuni, loystir av sær sjálvum, heldur hon.
Følsk læra
Lestrarbókin »Lívið spratt av kærleiks rót« verður av fleiri mett sum følsk læra. Orsøkin er m. a. lesturin hjá Marjuni Bæk til Boðanardag Mariu, har ávísfólk halda, at høvundurin setir spurnartekin við inkarnatiónina.
Heimildarfólkið sigur, at hon saman við øðrum hevur verið hjá bispi og mótmælt bókini, og at bispur var samdur í, at nakrir av lestrunum í bókini eru óhepnir. Tí dugir hon ikki at skilja, at bispur ikki stígur alment fram og sigur, at hann hevur gjørt eitt mistak, tá hann gav bókini sítt viðmæli.
Sleppa at prædika
Eg virði tey, ið hava onnur sjónarmið, tí haldi eg tað vera sera óheppi, at hendan virðing ikki gongur báðar vegir, sigur heimildarfólkið.
Hon heldur, at talan er um vanvirðan av kirkjufólkinum, tá bispur letur kvinnuligan prest ella fráskildan prest prædika í kirkjutíð sóknarprestsins. Tey kirkjufólkini, ið hava somu sjónarmið sum Olofson, og sum altíð eru í kirkju á middegi sunnudag, verða tá noydd at verða við til eina kirkjugongd, ið stríðir móti teirra sannføring. Tí heldur hon, at hesi heldur skulu halda seg til at prædika til eykaguðstænastur.
Samvitskan fyri Guði
Heimildarfólkið sigur, at hon virðir avgerðirnar hjá Olofson, um ikki at gifta upp aftur fráskild. Hon sigur, at talan jú er um ein samvitskuspurning, ið presturin hevur fyri Guði, og hetta, heldur hon, eigur at virðast.
Men heimildarfólkið ásannar, at ein týdningarmikil partur av kristindóminum byggir á náði og fyrigeving, men tó vil hon ikki fara at leggja seg út í eitt kjak, um ein kann gifta fráskild. Hon leggur tó dent á, at tað er beinleiðis ósatt, at Olofson hevur noktað at doypa børn hjá ógiftum pørum.
Ikki noydd at skriva undir
Tað hevur verið at hoyrt millum fólk í Eysturoynni, at nógv av teimum, ið hava skrivað undir mótmælisskrivið, siga seg hava verið noydd at gera hetta. Men heimildarfólkið vísir hesum blankt aftur.









