Áslakkur Reinert Petersen átti fyrstu servuna í mansfinaluni. Hon kiksaði, men tað var ikki tann einasta, og tað mundi valla heldur vera nakar servari á vøllinum í mansfinaluni, sum leygardagin slapp undan at gera servufeil. Tað gjørdist næstan eitt eyðkenni fyri dystin…
– Ja, har vóru nógv servukiks hjá báðum liðum, og kanska er tað hesin nýggi bólturin, sum hevur eitt sindur við tað at gera. Hann ferðast skjótari og fer longri av tí sama. Um tú slært hann rætt, hongur hann betur í luftini, og tá hann so kemur niður, er hann torførur at taka ímóti, sigur Áslakkur, ið annars helt finalusigurin hjá teimum í ÍF vera fult uppibornan.
– Hetta er øgiliga deiligt, og eg haldi eisini, at vit vóru betri enn teir í dag. Hetta er tað, vit stríðast fyri, og tá tað so gjørdist greipan í vetur, er tað bara uppaftur betri. Eg haldi, at vit spældu upp á meira, umframt at vit stóðu væl í blokkinum og høvdu betri álop. Eg haldi, at vit vóru allir góðir í dag.










