Kenneth Hovgaard, formaður í Giza Hoyvík vitjaði Rásarúmið í sendingini "Fótbóltspanelið" á Rás2, har hann greiddi frá FM í innandura fótbólti, um verður í Hoyvíkshøllini í morgin. Ein kapping, sum Giza Hoyvík skipar fyri.
Innleiðandi kappingin hjá kvinnunum byrjar klokkan 11, og innleiðandi kappingini hjá monnunum byrjar klokkan 14. Níggju kvinnulið og tíggju kvinnulið taka lut í kappingini. Hvør dystur verður átta minuttir. Á hvørjum liði verða fýra spælarar, og bandar verða runt um vøllin.
Liðini, sum manna teir tríggjar bólkarnir hjá kvinnunum eru hesi :
Bólkur A : B68 1, Giza Hoyvík og B36 1
Bólkur B : Víkingur, EB/Streymur og HB
Bólkur C : B36 2, B68 3 og B68 2
Kvinnuliðini spæla tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum.
Liðini, sum manna teir báðar bólkarnir hjá monnunum eru hesi :
Bólkur A : EB/Streymur, KÍ, B68, ÍF og HB 1
Bólkur B : Giza Hoyvík 2, AB, HB 2, NSÍ og Giza Hoyvík 1
Tá innleiðandi bólkarnir eru avgreiddir verða hálvfinalur og finalur á skránni. Allir dystirnir verða stroymaðir á facebooksíðuni hjá Giza Hoyvík.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Kenneth Hovgaard greiða frá, og hoyr eisini lutakastið.