Í síðstu viku var enn ein dagstovnur reistur í Tórshavnar kommunu. Býlingshúsið í Maritugøtu skal hýsa 32 barnagarðsbørnum og 12 vøggustovubørnum.
Býlingshúsið er 534 bruttofermetrar.
Guttesen og Staksberg P/F standa fyri byggingini av býlingshúsinum, ið skal standa klárt hálvan august.
Tórshavnar kommuna hevur sett sær fyri at nøkta tørvin á barnaansingarplássum í hesum valskeiðinum, og Býlingshúsið í Maritugøtu er ein av teimum stovnunum sum verður bygdur í ár.
Eisini verða dagstovnar bygdir við Landavegin, Sundsvegin og á Løkjutúni.










