Nógv fólk vóru møtt til móttøku, Jan Christiansen, borgarstjórið og Heðin Mortensen, formaður í mentamálanevndini fluttu fram røður. Malan Thomsen sang fyri børninum.
Býlingshúsið í Maritugøtu er tann 12 í røðini av nýggjum stovnum, ið eru settir á stovn við tilsamans 580 plássum, í hesum valskeiðinum, og tríggir aðrir eru á veg.
Bara í hoyvíkshaganum eru tríggir stovnar latnir upp seinasta hálvtannað árið. Tann fjórði, sum verður bygdur omanfyri Mylnutjørn, letur upp um tvey ár.
Í Býlingshúsinum í Maritugøtu eru í dag tríggjar vøggustovur við 12 børnum í hvørjari stovu.