Fjarskifti
Gjáar Kommuna hevur bílagt útgerð til felags parabolskipan til øll húsarhald í bygdini. Væntandi verður farið undir arbeiðið at leggja kaðal heilt skjótt, sigur borgarstjórin.
Sogfus Johannesen, borgarstjóri í Gjáar Kommunu, sigur, at samtykt er í bagdarráðnum við Gjógv at leggja kaðal frá eini felags parabolantennu til øll hús við Gjógv.
Kaðalin gevur fólki møguleika fyri at síggja 22 sjónvarpsræsur umframt Sjónvarp Føroya. Sjónvarpsgjaldið fyri SvF er fastlagt, meðan allar hinar 22 sjónvarpsræsurnar kunnu fáast fyri 90,- krónur um mánaðan, sigur Sofus Johannesen.
Tað er upp til fólk sjálv, um tey seta stikkið í, sigur hann. Kommunan ger íløguna í útgerðina, og so er lætt at fylgja við, hvør bindur í. Kravt verður so inn hareftir, sigur borgarstjórin.
Aðrir fyrimunir við hesi skipanin fram um fleiri aðrar parabolskipanir, sigur Sofus Johannesen vera, at tað ber til at síggja fleiri ymsar ræsur í sama húsi samstundis. Tað velst bara um talið á sjónvarpstólum, sum inni eru. Hvørt tólið kann taka sína rás, og ikki sum við vanligum parabolmótakarum, har bara ein rás verður tikin inn í senn.
Umframt verður so eisini møguleiki fyri at fáa internetsamband, sigur Sofus Johannesen.
Tá slepst undan tí mangan svikaliga uppringda sambandinum, sum í dag er.
Ikki er óvanligt í dag, at tá ein hevur fingið internetsamband um telefonina, verður ein blakaður út aftur eftir stuttari tíð. Hetta endurtekur seg javnan og er bæði irriterandi og ikki heilt kostnaðarleyst heldur, sigur borgarstjórin við Gjógv. Tað kostar nevniliga 40 oyru, hvørja ferð ringt verður upp.
Tað verður ikki tað stóra arbeiðið av at leggja kaðalin, sigur Sofus Johannesen, tí tá SEV í 1989 gróv allar kaðalar í bygdini niður, vórðu samstundis løgd rør at draga júst slíkar kaðalar ígjøgnum.










