Hagtøl
Ikki síðanin 1991 hevur úrtøkan hjá einum oddaliði verið so lítil fyri hvønn dystin, sum hon hevur verið tað í ár. At kalla síðani fyrsta umfarið hevur talan verið um eitt sera tætt oddastríð, har tað fyrst og fremst hava verið B36, HB og Skála, sum hava sett dám á.
Títt og støðugt hevur oddasessurin skift eigara, og tó B36 helt sær ovast eftir hetta vikuskiftið, so var aftur hesa ferð talan um óvæntað úrslit, har øll oddaliðini vóru fyri stigamissi.
Tað hava tey eisini verið rættiliga ofta í ár. Somikið ofta, at verður roknað í mun til spældar dystir, so skulu vit leita heilt aftur til 1991, áðrenn vit finna eitt meistaralið, sum hevur eina lægri úrtøku pr. dyst, enn verandi oddaliðið úr B36 hevur tað. Eisini ta ferðina var talan um sera javnt oddastríð, har tað serliga vóru B36 og KÍ, sum stríddust. Tey bæði vóru eisini jøvn í stigum eftir seinasta leikdag, og varð málúrtøkan soleiðis avgerandi ta ferðina. Og í stigum var bara eitt niður til GÍ og VB, tó at hvørki teirra hevði møguleikan til gullið á seinasta leikdegnum.
Til stuttleikar hava vit niðanfyri sett upp talvu, sum sýnir úrtøkuna pr. dyst hjá fremstu feløgunum síðani 1991. Og sjálvandi kunnu bæði felag og stigatal broytast fyri 2005!
ÁrFelagStigDystirStig/dystir
1991KÍ34181,89
1992B6838182,11
1993GÍ39182,17
1994GÍ44182,44
1995GÍ41182,28
1996GÍ39182,17
1997B3648182,67
1998HB45182,50
1999KÍ41182,28
2000VB40182,22
2001B3646182,56
2002HB41182,28
2003HB41182,28
2004HB41182,28
2005B3648251,92
GG: Til 1995 vórðu tvey stig latin fyri vunnan dyst. Tølini fyri hetta eru umroknað til 3-stiga skipanina










