Mezzocorona, Italia: Í seinasta dystinum í bólkaspælinum høvdu føroysku kvinnurnar einki at spæla um.
Sambært reglunum, so telja innanhýsis uppgerðirnar áðrenn málini, tá støðurnar skulu gerast upp, og tí vistu føroysku leikararnir av, at tær undir øllum umstøðum gjørdust vinnarar av okkara bólki. Ein staðfesting, sum skuldi vísa seg at vera enn tryggjari, tá Ísrael og Belgia leiktu javnleik í sínum dysti, soleiðis at tey bæi liðini bæði endaðu við trimum stigum mótvegis okkara fýra.
Avgreiðsla
Tað var eisini sjónligt, at hetta bert var ein dystur, sum skuldi avgreiðast.
Sjálvandi leggja leikararnir altíð í úrslitið av dysti, tá tær fara á vøllin, men tað var leingi greitt, at tær ikki løgdu eins nógv í tað hesaferð, sum tær høvdu gjørt tað dagin fyri.
Og frá venjarabeinkinum vórðu eisini nøkur taktist skift. Slitnu Helena Dam Poulsen og Katrin á Neystabø vóru spardar til seinnu uppgávur, og nógvar av leikarunum, sum undan hesum høvdu verið á beinkinum fyri tað mesta, fingu nú heilt fitt av spælitíð.
Tað líktist tó leingi einum føroyskum sigri, men tá okkara í seinna hálvleiki fóru at taka sær av løttum, vendist ikki aftur. Letland tóktist samstundis fáa alt betri mót upp á uppgávuna, og tá tær vunnu seinasta korterið við 8-2, var ikki stórt meira hjá okkara at gera.
Bíligt tap
Talan varð tó ikki um tað stóru katastrofuna fyri okkara lið. Sjálvandi er eitt tap ongantíð nakað, sum strembað verður eftir, men dysturin hevði tó fleiri týðandi element við sær.
Ikki minst at fleiri av lyklaleikarunum fingu ein minni strævnan dag, enn tær annars høvdu, samstundis sum fleiri av óroyndu leikarunum fingu spælitíð.
Og so fekk føroyska liðið eisini at vita, at tað skal altso kempast og stríðast í hvørjum einasta dysti. Tað gjørdu tær bara ein hálvleik hesaferð, og tað var ikki nóg mikið.
Dysturin í tølum
Føroyar-Letland 24-27 (16-12):
Føroyskir málskjúttar: Joan M. Djordjevic 4, Simona Hansen 4(2), Lív Sørensen 3, Annika Ljósstein 3, Gurið Mortensen 2, Anna Kr. Samson 2, Una Olsen 2, Heidi Maria Akselsen 1, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 1, Anna Maria Samuelsen 1, Gunnleyg Berg 1
Føroysk brotskøst: Simona Hansen 3/2, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 1/0, Annika Ljósstein 1/0
Letlendsk brotskøst: 11/5
Føroyskar útvísingar: Lív Sørensen 2, Gunnleyg Berg 2, Anna Maria Samuelsen 1, Simona Hansen 1, Annika Ljósstein 1
Letlendskar útvísingar: Eingin