Tað er rættiliga stórur munur á, hvat tað kostar at búgva í teimum ymsu kommunum í Føroyum.
Tað vísir eitt yvirlit yvir skattaprosentið og barnafrádráttin í teimum ymsu kommununum fyri næsta ár, sum Portalurin hevur fingið.
Og tað er ongin ivi um, at tann, sum vil búgva bíliga, skal flyta til Fugloyar Kommunu, tí har er bæði lægsti kommunuskattur og hægsti barnafrádráttur í Føroyum.
Skatturin í Fugloy næsta át verður 16% og barnafrádrátturin er heilar 7000 krónur og tað er tað sama, sum í ár.
Tað er bara Skúvoy, sum hevur líka lágan skatt upp á 16% næsta ár, men har er barnafrádrátturin 3000 krónur.
Heilt øðrvísi sær út á Tvøroyri, tí har verður skattaprosentið næsta ár 23,5% og tað er hægsta skattaprosent í landinum. Á Tvøroyri er barnafrádrátturin 5000 krónur.
Tað er ein onnur kommuna, sum hevur toppskatt næsta ár upp á 23,5%. Tað er Sandoy, men har er barnafrádrátturin 6000 krónur, ella 1000 krónur meiri enn á Tvøroyri. Bæði á Tvøroyri og á Sandi er skatturin og barnafrádrátturin tann sami næsta ár sum í ár.
Annars er sæst á uppgerðini, at tað eru tær smáu kommunurnar, sum hava lægsta skattaprosentið.
Ì Kunoy verður skattaprosentið 18% næsta ár, men har er tað hækkað 2% afturímóti í ár og tað er størsta hækkingin av øllum kommunum. Barnafrádrátturin er tann sami upp á 4000 krónur. Eisini á Húsum verður skattaprosentið 18% næsta ár og barnafrádrátturin 6000 krónur og tað er tað sama sum í ár og í Fámjin verður tað eisini 18% og har barnafrádrátturin 5.500 krónur og tað er alt óbroytt frá í ár.
Í miðal verður skattaprosentið 20,78% næsta ár og barnafrádrátturin 4821 krónur næsta ár. Tað merkir at miðalskatturin hækkar 0,13% og barnafrádrátturin 74 krónur afturímóti í ár.
TALVA
Her sæst, hvussu nógv tað kostar at búgva í tínari kommunu næsta ár, aftur ímóti í ár