Flestu føroyingarnir, sum fara av landinum at fáa skurðviðgerð fyri ovurfiti, rinda sjálvir fyri ferð og viðgerð.
Men nøkur fáa viðgerðina goldna av tí almenna.
Áður hava fleiri fingið viðgerðina í Noregi fyri almenna rokning, men nú er liðugt við tí.
Heilsumálaráðið hevur avgjørt, at hereftir rindar tað almenna fyri 20 slíkar skurðviðgerðir um árið, hóast yvir 100 standa á bíðilista. Tær viðgerðirnar skulu allar gerast á privatsjúkrahúsinum Hamlet í Danmark. Heilsumálaráðið hevur samrátt seg fram til kostnaðin.
Dsama viðgerð allastaðni
- Hetta er ein politisk avgerð. Mannagongdin er tann sama, hvar viðgerðin enn verður gjørd, men viðgerðirnar eru væl bíligari í Danmark enn í Noregi, sigur Bente Wennerberg, menningarstjóri á Landssjúkrahúsinum.
Landið sparir hálva millión krónur við at rinda fyri 20 viðgerðir í Danmark í staðin fyri í Noregi. Ein viðgerð í Noregi kostar 130.000 krónur. Hamlet tekur 75.000 krónur fyri viðgerðina.
Áðrenn sjúklingarnir fara í viðgerð, skulu teir til forkanningar á Hamlet, og teir verða settir í diet. Teir fara til Danmarkar í bólkum, so fólkini kunnu stuðla hvør øðrum, og upp á henda mátan sleppur heilsuverkið frá at senda fylgjarar við teimum.
Meining í at stuðla
- Ovurfiti kemur fyri tað mesta av skeivur lívsstíli og skeivum kosti, og tað er tað, sum skal broytast. Tí dugir ikki bara at gera skurðviðgerðina, sigur Bente Wennerberg.
Hon ger vart við, at tað ikki er av kosmetiskum orsøkum, at tað almenna er til reiðar at rinda fólki fyri skurðviðgerðina.
Ovurfeit fólk fáa ofta fleiri fylgisjúkur sum sukursjúku, áraknútar, hjartasjúku og annað, og hesar sjúkur kosta samfelagnum nógv. Um fólkini lætna og ikki fáa fylgisjúkurnar, sparir tað heilsuverkinum nógvan pening.
Bente Wennerberg heldur tað hava stóran týdning, at fylgt verður við teimum, sum hava fingið skurðviðgerðina.
Hittast aftur
Tí dámar henni væl, at fólk, sum hava fingið skurðviðgerðina í Noregi, skulu hittast aftur.
Í tí sambandi kemur ein sjúkrasystir av norska privata sjúkrahúsinum Aleris, har fleiri føroyingar hava fingið viðgerð, til Føroya. Hon vil fegin hitta sjuklingarnar aftur, práta við tey og hoyra, hvussu gongst teimum, og tey kunnu seta henni spurningar. Hon kemur higar 27. juli.
Fylgja upp
Ein teirra, sum hevur fingið viðgerðina í Noregi, er Jónhild Jacobsen í Havn.
Hon sigur, at sjúkrahúsið í Noregi fylgir viðgerðini væl upp.
- Tað fyrsta árið eftir viðgerðina ringdu tey javnan. Eg var yviri aftur eftir tríggjar mánaðir og so aftur, tá ið eitt ár var farið. Eru onkrir trupulleikar, er bara at ringja, og so ringja tey aftur, sigur Jónhild Jacobsen.
Eingin teirra, sum hon veit um hevur fingið viðgerðina í Noregi, er fitnað aftur.
Fakfólk fylgja við, hvussu gongur, føðslusjúkrarøktarfrøðingur, fysioterapeutur, sálarfrøðingur, fysioterapeutur, lækni og onnur.
randi@sosialurin.fo










