Bíligari til USA enn til Danmarkar

Við nýggju samstarvsavtaluni, Maersk Air hevur gjørt við tvey útlendsk flogfeløg, ber nú til at sleppa bíligari úr Vágum til New York og aftur, enn tú sleppur til Keypmannahavnar og aftur, um fullur prísur verður goldin á Danmarkartúrinum

Tað er meira einn 500,- krónur bíligari at sleppa úr Vágum til New York, enn tað er at sleppa úr Vágum til Kastrup, um tú rindar fult gjald fyri ferðaseðilin til Danmarkar. Men so liggja eisini treytir við ferðini til USA.
Maersk Air hevur gjørt samstarvsavtalu við hollendksa flogfelagið KLM og amerikanska flogfelagið North West Airlines, sum ger, at tað í dag ber til at ferðast bíliga úr Føroyum til meginpartin av heiminum, sigur Tommy Næs Djurhuus, leiðari hjá Maersk Air í Føroyum.
Sum prísdømi nevnir hann, at tað ber til at flúgva úr Vágum við Maersk Air, skifta flogfar í Keypmannahavn, flúgva til Amsterdam, haðani so verður farið við KLM til New York. Sama veg verður so komið aftur. Og alt hetta kann fáast fyri hálvtfimmtatúsund krónur.
Til sammetingar kann sigast, at um tú ætlar til Keypmannahavnar og noyðist at gjalda fullan prís fyri ferðaseðilin, kostar tað 5.058,- krónur. Altso ein munur upp á góðar 500,- krónur.
Hesar bíligu ferðirnar verða seldar á øllum IATA góðkendum ferðaskrivstovum um allan heim. Tó er tað undantak gjørt fyri Føroyar, at allar ferðaskrivstovur í Føroyum yvirhøvur sleppa at selja hesar ferðirna, sigur Tommy Djurhuus.
Tað liggja tó treytir við bíligu ferðaseðlunum út í heim.
Skal ein ferðast til eitt nú New York fyri oman fyri nevnda prís, er neyðugt, at ferðin ikki verður avbrotin. Ferðast skal víðari í sama samdøgurði. Til dømis ber ikki til at halda vikuskifti í Keymannahavn ella Amsterdam á vegnum. Um so verður gjørt, verður øll ferðin annulerað, og tú noyðist at keypa nýggjan ferðaseðil.
Tað vil siga, at tann, sum heldur tað vera smart at keypa ein amerikatúr og so bara fara av í Keypmannahavn, missir pening.

Fría kappingin
Ofta verður havt á munni, at tað er fría kappingin, sum ger tað møguligt at hava slík tilboð sum hetta, vit júst hava lisið um. Men í grundini er tað ikki altíð so. Serliga ikki innan flogferðslu.
Á Føroyarutuni er ikki fí kapping, og tí er heldur ikki møguligt at seta ferðaseðlaprísirnar millum Føroyar og Danmark, sum operatørarnir vilja tað. Teir hava greið boð frá danska ferðslumálaráðnum um, hvørjar prísir teir fáa góðkendar.
At tað ber til at flúgva fyri lítið og einki um Atlantshavið, kemst av, at tað eru nógv tóm setur at fáa við teimum nógvu flogførunum, sum dagliga ferðast millum londini. Handilsfólk og onnur, sum gjalda fullan prís, gjalda eisini einar 15.000,- 20.000,- krónur fyri ein fullan feðaseðil um Atlantshavið. Tey gera ofta av í seinastu løtu, nær farið verður. Einki við at ferðast um vikuskifti. Og so heimaftur, beinanveg ørindini eru liðug.
So standa hini tómu setrini eftir, og tey verða so fylt við fólki, sum sleppur við fyri ein lítlan part av veruliga prísinum.
Hugsanin er, at tað er betri at selja plássini bíliga heldur enn at lata tey standa tóm, tá flogið verður kortini.

Kreppa
Tað vísir seg eisini, at fleiri av hesum sonevndu lágprísfeløgunum fara á húsagang. Tey klára ikki kappingina og noyðast at gevast.
Kundarnir tíma heldur ikki regluliga at ferðast við flogførum, har at kalla eingin tænasta er. Og tað er greitt, at tá tú ikki rindar fullan prís, verður tænastan eisini hareftir.
Stóru flogførini eru býtt upp í m.a. »business class« og aðrar bólkar. Og slík verður so eiisni tænastan. Og ferð eftir ferð sæst so eisini, at feløg, sum leggja seg eftir lágprísrutunum, detta niður ímillum.
Tað er sera vanligt - meira at kalla reglan - at har frí kapping er á leiðini, er bara eitt flogfelag, sum flýgur. Kreppa fylgir næstan pr. definitión við fríari kapping í flogferðsluni. Tann peningasterki klárar longst at halda sær á flogi, og so endar tað við, at hin minni er burtur, vísa fólk í vinnuni á.
Klassisk er søgan um danska professaran, sum ringdi til eitt flogfelag og fýltist á, at nú frí kapping var komin á økinum, vísti tað seg, at prísirnir vóru hækkaðir. Hansara teori segði, at tað rætta var, at prísurin av sær sjálvum fór at lækka.
?Jú, satt er tað, svaraði flogstjórin í hinum endanum hesum góða professara. Nú er frí kapping, og tí kann eg seta prísin, har eg vil hava hann. Eisini uppeftir, sum er neyðugt fyri at yvirliva.