Løgtingsval
Fólkaflokkurin legði hósmorgunin fram valskránna hjá sær til komandi løgtingsval, 30. apríl. Fólkaflokkurin hevur evnað til ein snøggan og umfatandi faldara, har øll aðalmálini hjá flokkinum verða umrødd. Lítið og einki stendur at lesa um sjálvsstýri og fullveldi, men dentur verður heldur lagdur á vinnupolitikk. Almanna- og heilsumál ætlar Fólkaflokkurin heldur ikki skulu fara afturvið borðinum. Í Føroyum skulu føroyingar ráða, stendur at lesa millum ætlanirnar í valskránni.
Røktarpláss
Rúna Sivertsen, løgtingskvinna, segði á fundinum hósmorgunin frá sjónarmiðum og ætlanum Fólkafloksins á almanna- og heilsuøkinum næstu fýra árini. Dentur varð lagdur á, at lata upp fyri alternativum røktarmøguleikum, sum kunnu gerast munandi bílígari enn tær, vit kenna í dag.
?Vit halda, at vit alternativum loysnum kunnu røktarplássini fáast fyri millum 300 og 400 hundraðtúsund krónur fyri hvørt í sambýlum, segði altso Rúna Sivertsen.
Tað varð lagdur stórur dentur á, at hesar uppgávur skuldu flytast meira og meira út til kommunurnar at umsita, tí kommunurnar kenna best tørvin sjálvar.
Rúna Sivertsen segði, at almanna- og heilsumál fara at verða raðfest rættiliga ovarliga hjá Fólkaflokkinum næstu fýra árini. Hon nevndi m.a. eina døgnrøktarskipan, sum skuldi setast á stovn, eins og eftirlønartrygging skuldi skipast.
Lægri skatt
Fólkaflokkurin legði í tólvta tíma eitt uppskot fyri Løgtingið um at veita skattalætta. Hesum ætlar flokkurin eisini at virka fyri eftir løgtingsvalið, 30. apríl.
Óli Breckman segði á fundinum, at tann einstaki sjálvur dugir betur sjálvur at umsita tær krónur, ið hann sjálvur hevur forvunnið og sostatt eigur.
Eitt lægri skattatrýst vil geva fólki treys og trivnað. Harafturat gevur hetta allari tjóðini trygd, segði Òli Breckman, og minti um slagorðini, Treysti, trygd og trivni.