Um vit samanbera eini eldri hjún í Havn við ein bileigara á Skálafjørðinum, sum hevur sítt dagliga yrki í høvuðsstaðnum, ið hava sama slag bil.
Útrokningin er gjørd við útgangsstøði í, at talan er um ein meðal bensinbil, og at bensinprísurin er tann, sum hann er í løtuni.
Eldri hjún í Havn:
Koyra árliga:10.000 kilometrar
Vegskattur 2005:2.300 krónur
Vegskattur 2006:3.450 krónur
Øktur vegskattur:1.150 krónur
Avgjald á brennievni ístaðin:835 krónur meira um árið
Bileigari á Skálafjørðinum, ið til dagligt arbeiðir í høvuðsstaðnum:
Koyrir árliga:40.000 kilometrar
Vegskattur 2005:2.300 krónur
Vegskattur 2006:3.450 krónur
Øktur vegskattur:1.150 krónur
Avgjald á brennievni ístaðin:2.650 krónur meira um árið
Bilførarin, ið dagligt ferðast millum Havnina og Skálafjørðin, fær eitt ferðaískoyti frá landinum upp á umleið 10.000 krónur árliga.