Bíligari hjá føroyingum at ferðast á hjólum

Landsstýrið fer nú at lækka avgjøldini á kampingvognum og kampingbussum

Frítíðarlív

Nú skal tað vera bíligari hjá føroyingum at keypa kampingvogn ella kampingbuss.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, arbeiðir í løtuni við einum uppskoti um at lækka avgjaldið á kampinvognum og kampingbussum, so at teir verða bíligari.
?Støðan er tann, at í Føroyum er nógv hægri avgjald á kampingvognum og kampingbussum, enn tað eru í grannalondum okkara, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
?Eitt nú verða kampingbussar tollaðir sum persónbilar.
Hann sigur, at í øðrum londum er onki avgjald á kampingvognum, sum verða krøktir upp í ein persónbil.
? Avleiðingin av føroysku avgjaldsreglunum, er, at hesi akfør eru so dýr at keypa í Føroyum, at tað snøgt sagt forðar fyri øllum handli, tí ongin hættar sær undir at keypa slíkt akfar.
? Karsten Hansen sigur, at ætlanin er nú at taka avgjaldið á kampingvognum av. Harafturat er ætlanin at kampingbussar ikki longur skulu tollast sum persónbilar, men sum vøruvognar .
?Ein kampingbussur kann ikki brúkast til annað enn kampingbuss - í besta føri kann hann brúkast til vøruvogn. Tí haldi eg, at tað er rætt at tolla hann hareftir og ikki sum persónbil.
Karsten Hansen sigur, at málið hevur verið til viðgerðar á Landsstýrisfundi og har er undirtøka fyri at leggja málið fram.
Tí fer hann nú at snikka uppskotini til og síðani verða tey løgd fyri tingið, og tað verður longu í næstum, at tað verður lagt fyri tingið.
Hann sigur, at hetta fer at føra við sær, at kampingvognar og kampingbussar verða munandi bíligari at keypa í Føroyum.