Bíligari hjá barnafamiljum í Fuglafirði

Barnafrádrátturin hækkar, og barnagarðsgjaldið lækkar.

Tað er greitt eftir býráðsfund í Fuglafirði hin 29. november í ár. Tá samtykti Fuglafjarðar býráð einmælt fíggjarætlanina hjá kommununi fyri 2013.

Í sambandi við fíggjarætlanina er greitt, at barnafrádrátturin hækkar við 500 krónum - úr 4.500 krónum upp í 5.000 krónur.

- Sostatt er barnafrádrátturin hækkaður við 1.000 krónum yvir fíggjarárini 2012 og 2013.

Á býráðsfundinum varð eisini samtykt, at vøggustovugjaldið lækkar við 380 krónum um mánaðin - úr 2.580 krónum niður í 2.200 krónur.

- Barnagarðsgjaldið lækkar eisini við 100 krónum - úr 1.800 krónum niður í 1.700 krónur.

Fuglafjarðar kommuna sigur, at gjald fyri børn í frítíðarskúlanum verður tað sama sum higartil, 650 krónur um mánaðan.

- Eisini er avgerð tikin um, at triðja barnið verður bíligast, og koma foreldur einki at gjalda fyri hetta ansingarpláss, sigur kommunan.