Bíligari el-vørur og dýrari góðgæti

Løgtingið samtykti mikudagin, at avgjøldini á fleiri el-vørum skal takast av, og eisini varð samtykt, at avgjald skal leggjast á ávísar bólkar av ósunnum vørum

Lógarbroytingar

Á løgtingsfundi mikudagin var 3. viðgerð av uppskotinum um at strika avgjøld á el-vørur so sum sjónvørp, DVD-spælarar, rakimaskinur og annað á skránni.

Vænta tað sama í landskassan
Tær flestu vørunum hava havt eitt innflutningsavgjald upp á 30 prosent, og tí merkir hetta, at inntøkurnar hjá landskassanum fara at minka. Men landsstýrið væntar, at strikaðu avgjøldini fara at hava við sær, at sølan av hesum vørum fer økjast munandi, soleiðis at tá ið alt kemur til alt ikki fer at síggjast aftur á landskassainntøkunum, bleiv sagt í viðmerkingunum til uppskotið.
Lógaruppskotið um avgjøld á ymiskar ósunnar vørur bleiv eisini samtykt á fundinum mikudagin. Hetta lóguppskot hevur við sær, at eitt ávíst gjald verður lagt á hvørt kilo av innfluttu vøruni, og harafturat skal gjaldast ein prosent partur av fakturaupphæddini í avgjaldi.
Upprunaliga uppskotið var, at gjaldast skuldi 12 krónur í avgjaldi fyri hvørt kilo av innfluttari vøru, og harafturat skuldi gjaldast 30 prosent av fakturaprísinum. Nakrir tinglimir komu tó við einum broytingaruppskoti, so at tað einans skal gjaldast 10 prosent av fakturaprísinum, og hetta varð samtykt.
Sagt verður, at við at broytingaruppskotið forðar fyri, at munurin millum tær dýraru og bíligari vørururnar verður ovurhonds stórur.
Lógin um avgjøldini á ósunnu vørurnar fer at hava við sær eina meirinntøku til landskassan upp á umleið 18 milliónir, sigur landsstýrið í viðmerkingum sínum til uppskotið.
Báðar tær nýggju lógirnar koma í gildi sunnudagin 1. mai.