Bíligari at ættleiða

Ein samd trivnaðarnevnd tekur undir við uppskotinum um at hækka stuðulin til teirra, sum ættleiða børn

Uppskotið hjá Kristian Magnussen um at hækka ættleiðingarstuðulin úr 15.000 upp í 50.000 krónur fær stuðul frá øllum limunum í trivnaðarnevndini. Ein samd nevnd mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið, tá ið tað kemur til aðru viðgerð á tingfundinum í dag.

Kristian Magnussen vísir í uppskotinum á, at tað ofta er trupult hjá teimum, sum vilja ættleiða, at fáa peningin til vega. Tað kostar millum 60.000 og 100.000 kronur at ættleiða eitt barn.

Samfelagið rindar allan kostnaðin fyri viðgerð fyri barnloysi, og hetta kostar umleið 80.000 krónur. Samstundis letur tað almenna bert 15.000 krónur í ættleiðingarstuðulil.

- At javna hendan munin fer at betra um møguleikarnar hjá barnleysum at meta ættleiðing sum eitt náttúrligt val, heldur Kristian Magnussen, og líkt er til, at løgtingið fer at taka undir við honum í hesum sjónarmiðnum.