Danska Kappingareftirlitið gevur nú sítt tilmæli til eina ætlan um at gera ein lágprís-terminal í Kastrup.
Hetta fer at geva teimum ferðandi sparingar fyri upp til 150 mió krónur um árið, skrivar Politiken.
Í eini skakandi, og enn ikki almannakunngjørdari avgerð frá Konkurance-styrelsen verður ætlanin um Terminal A blástemplað. Hesin terminalurin skal byggjast í landsynnings-horninum út móti Oyrasundi, og verður liðugur tíðliga í 2013.
Københavns Lufthavn a/s fer tí at missa søguliga einkarrætt sín at reka flogvøllin í Kastrup. Og hetta fer eisini at geva føroyskum ferðandi møguleikan at keypa bíligari, tá ferðast verður til ella úr Føroyum.