Prísurin á ferðaseðlum skal ikki longur verða ein forðing fyri at fólk ferðast við Strandferðsluni, ella koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.
Tað staðfesti Fólkaflokkurin á landsfundinum í Øravík leygardagin.
Og júst Fólkaflokkurin hevur møguleika at gera nakað við hesi viðurskifti, tí hann hevur landsstýrismannin í innlendismálum, sum umsitur økið.
Tað er Jacob Vestergaard og hann boðaði á landsfundinum frá, at gongst sum ætlað, ætlar hann longu í vár at koma við einum uppskoti um, hvussu tað kann gerast bíligari at ferðast og, hvussu prísirnir kunnu javnast út, so at tað ikki verður nógv dýrari við Strandferðsluni, enn tað er at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.
Hann segði, at hann ætlaði at raðfesta hesa uppgávuna og hann vónaði at kunna leggja eitt tilmæli fyri samgonguna í vár.
Anfinn Kallsberg sigur, at inntøkan hjá Strandferðsluni er ikki meiri enn 26 milliónir krónur í ár.
Men hinvegin letur landið eisini eina rúgvu av pengum í stuðuli til allan møguligan flutning.
- Vit lata stuðul til at flyta bæði fisk og mjólk. Vit lata stuðul til at ferðast til og frá arbeiði og ítróttarfólk fáa stuðul til at ferðast bíliga. Bæði lesandi og løgtingslimir fáa eisini stuðul at ferðast fyri.
- Tilsamans lata vit 10-12 milliónir í stuðuli til at ferðast og flyta vørur fyri.
Formaður Fólkafloksins sigur, at verður tað ókeypis at sigla við Strandferðsluni og verður allur stuðul samstundis tikin av, fer tað sostatt at kosta landinum einar 14-16 milliónir.
Í fjør hækkaðu vit vegskattin 1000 krónur fyri hvønn bil og tað hevur givið landskassanum 26 milliónir í eyka inntøku, sum er tað sama, sum øll inntøkan hjá Strandferðsluni.
- Samstundis hevði Vágatunnilin eisini einar 26 milliónir í inntøku. Av teimum fóru 12 milliónir til rentur og avdráttir.
- Sostatt fer gott og væl helvtin til røkt og umsiting.
Anfinn Kallsberg segði, at verður lúka burtur í øllum hesum skipanum, er nógv at spara.
- Skulu vit hugsa um kappingarførið hjá útjaðaranum, hevði hetta verið eitt hitt størsta framstigið at lækka ferðaseðlaprísin, segði Anfinn Kallsberg.
- Fjarstøðan er ein vansi í sær sjálvum, men at leggja ferðagjøld afturat, er at leggja stein oman á byrðu.
Jacob Vestergaard, landsstyrismaður, staðfesti, at av teimum 26 milliónunum hjá Strandferðsluni, er eigur Smyril helvtina.
- Inntøkurnar hjá Smyrli av ferðaseðlum til bilar og fólk eru 13-14 milliónir um árið.
Hann segði, at hann arbeiddi við eini smidligari prísskipan, men, hvussu hon fer at síggja út, veldst um, hvørja politiska semju, tað ber til at fáa.
Skulu betala fyri at ferðast
Men tað er ikki treytaleys semja í Fólkaflokkinum um at tað skal vera ókeypis at keypa, ella at kalla ókeypis.
Annika Olsen helt, at vit skulu gjalda fyri tær tænastur, vit fáa og tí helt hon ikki at tað er rætt, at gera tað ókeypis at ferðast.
- Tað, sum er ein stórur vansi fyri Suðuroy og allan útjaðaran, er, at tað eru alt ov fáir túrar. Skulu vit veruliga bøta um tænastuna til útjaðaran, eiga vit tí at lata skipini sigla fleiri túrar.
- Men tað gera vit ikki við at lata skipini sigla ókeypis, tí so klára vit ikki at fíggja fleiri túrar. Gera vit tað ókeypis at sigla, kunnu vit tískil skjóta ein hvítan píl eftir fleiri túrum við skipunum hjá Strandferðsluni og einum framtíðar undirsjóvartunli til Suðuroyar, segði Annika Olsen.
Anfinn Kallsberg helt ikki, at hetta er nakað at vera bangin fyri.
- Skulu suðuroyingar og sandoyingar betala fyri at koyra ígjøgnum framtíðar undirsjóvartunlar, verður ongin koyring, tí tað verður ov dýrt. Tí fæst heldur onki gagn burturúr hesum íløgunum. Sostatt eru hetta íløgur, sum øll skulu betala, segði Anfinn Kallsberg.