Heilsufrøðiliga starvsstovan ávarar nú brúkarar ímóti at keypa kostískoyti á heimasíðunum www.bodyoutlet.net og www.svenskkosttilskud.dk.
Danska matvørustýrið hevur staðfest, at heimasíðurnar áhaldandi selja kostískoyti, ið innihalda evni, ið kunnu viðføra heilsuvanda.
Kostískoytini innihalda ymisk plantuevni, sum eru vandamálsgreina á Føðivariinstituttinum á DTU (Danmarks Tekniske Universitet).
Vandamálsgreiningarnar vísa, at plantan Pausinystalia johimbe kann ávirka blóðkør og blóðtrýst, meðan kombinatiónin av synefrin og koffein kann føra við sær hjarta- og æðratrupulleikar og ávirka miðnervalagi. Plantan Tribulus terrestis kan føra við sær livraskaðar, ávirka miðnervalagi og eisini ávirka hormonir. Plantan Withania somnifera kann ávirka livur og nýrir og Leipidium meyenii Walp. (maca) kann ávirka blóðtrýstið.
Á heimasíðunum verða kostískoytini marknaðarførd sum vøddauppbyggjandi, fitibrennandi og orku-og testosteronmennandi.
Heimasíðurnar www.bodyoutlet.net og www.svenskkosttilskud.dk venda sær til danskar brúkarar, og hugsast kann, at eisini føroyingar bíleggja av síðunum.
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir brúkarum til altíð at kanna kostískoyti gjølla, tá tey verða seld á internetinum og ikki í vanligum handlum.