Reyði Krossur Føroya hevur fingið nýggja heimasíðu, har alt virksemi felagsins er savnað. Millum annað ber til at bíleggja sær samarittar Hjálparfelagsskapurin Reyði Krossurin Føroya hevur seinastu tíðina arbeitt við nýggjari heimasíðu. Á heimasíðuni, sum eitur www.redcross.fo verður kunnað um virksemið hjá felagsskapinum, eitt nú við bókasølu, vitjanartænastu, skeið, innsavningum og nevndararbeiði. Tað nýggja við heimasíðuni er, at ein kann bíleggja sær samarittar umvegis heimasíðuna. Samarittar eru at finna á flestøllum stórum tiltøkum, so sum á stevnum og festivalum um summarið. Teir eru altíð tveir til arbeiðis, og hava teir til uppgávu at geva lívbjargandi fyrstuhjálp, sálarliga fyrstuhjálp, veita lívsumráðandi upplýsingar og at geva vanliga fyrstuhjálp.










