Bøkur við føgrum myndum og greiðum teksti

Súgdýr og Jørðin eru nýggjar bøkur, sum Skúlabókagrunnurin hevur givið út

Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley givið 2 bøkur afturat út við felagsheitinum : "Hvat gat eg sagt...". Hetta eru bøkur, sum við føgrum myndum og greiðum teksti lýsa nakrar av mongu loynidómunum í náttúruni. Køn fakfólk hava ráðgivið forlagnum og borga fyri, at innihaldið er fullgott. Frammanundan eru bøkurnar Havið, Regnskógurin og Rúmdin komnar út.
Súgdýr og Jørðin siga frá hvør sínum náttúruøki. Í hvørjari bókini sær eru nógvar forvitnisligar og livandi myndir, ið ikki bert eru ein fragd fyri eygað, men samstundis siga sína søgu ofta betur enn mong orð megna at gera. Bókarøðin er løtt og greidliga skrivað og á tremur við upplýsingum til børn og ung. Aftast í bókunum eru orðalýsingar og leitorðalistar, so lætt er at finna fram til tær røttu upplýsingarnar.
Súgdýr, ið Harry Davidsen hevur týtt, hevur m.a. frásagnir um apur, hvalir, kópar, bjarnir og kamelar. Dentur verður lagdur á at lýsa teir ótrúligu eginleikarnar, sum mong súgdýr hava.
Jørðin, ið Jens Petur Gaard týddi, sigur við hugtakandi myndum og greiðum teksti frá stórfingna heimstaði okkara - Jørðini. Her kann lesarin uppliva vanlukkur og vakurleika, alt frá oyðandi gosfjøllum til leikandi fossar.
Súgdýr og Jørðin eru upplýsandi bøkur til børn og ung bæði í heimi og skúla. Repro-Z hevur havt prentgerðina um hendi. Hvør bók er 48 blaðsíður og fæst í bókabúðunum fyri 84 krónur.