Bøkur og filmar til jólahugnaðin

Á jólum hava vit vónandi tíð at seta okkum niður við einari góðari bók ella einum hugnaligum filmi. Ger ein kopp av te, fá tær eina Cadbury karamellu og set teg í yndisstólin.

BØKUR


Føroysk krimisøga

Hví ikki lesa eina føroyska krimisøgu? "Tann fimti maðurin" er fyrsta krimisøgan um William Hammer, ið Jógvan Isaksen hevur skrivað. William Hammer verður av bretsku og donsku fregnartænastuni biðin um at finna ein veðurfrøðing, sum hvarv í Føroyum í 1970. Tað sigst, at hann var umborð á flogfarinum, sum datt niður í Mykinesi, men síðani sæst ikki farvegurin til hansara. Træðrir eru aftur til veðurmátingar í Føroyum undir 2. veraldarbardaga og til eina stóra vinnulívsfyritøku.


Hví flyta fólk?

"Exit Føroyar" er áhugaverd bók um fólkaflytingina úr Føroyum. Hvussu gera vit fyri at broyta gongdini, og hvussu hugsa tey sum longu eru flutt. Samrøður og tíðargreinir. Heri á Rógvi og Høgni Reistrup hava lagt til rættis.


Veruðuligur dramatikkur

"Skakandi tilburðir" er helst siðvenja hjá nógvum føroyingum at lesa um jólini. Bókin er, sum navnið sigur tann sjeynda í røðini og inniheldur spennandi frásagnir um føroyingar uttanlands og heima.


Nýtt frá krimidrottningini

"Sort Hvid" er nýggjunda bókin í røðini hjá høvundanum Lizu Marklund um blaðkvinnuna Anniku Bengtzson. Hesuferð er tað maður Anniku, sum er í knípu. Hann er nevniliga burturførdur í Kenya, og bókin er til stóran part um stríðið at fáa hann heimaftur á lívið.


Stuttligt og søguligt

"Niceville" er bókin handan filmin við sama navnið. Tað er amerikanska Kathryn Stockett, sum hevur skrivað søguna um ungu Skeeter, ið kemur aftur til heimbýin Jackson í Mississippi í 1960-inum og sær heimin við nýggjum eygum.



FILMAR


Klassiskur jólafilmur

Ein frálíkur og klassiskur jólafilmur er "It's a wonderful life" frá 1946, sum er vorðin ein siður hjá nógvum at hyggja eftir á jólum.


Sjarmerandi brittiskt

"Love Actually" er onki annað enn ein pakki av gleði, romantikki, látri og góðum tónleiki. Góðir sjónleikarir sum Hugh Grant, Emma Thompson og Bill Nighy gera sjálvandi eisini sítt til, at hetta er ein frálíkur jólafilmur.


Jóladunnan yvir allar aðrar

Anders And má ikki gloymast á jólum. Kringvarpið plagar at senda eitt sindur av jólunum hjá Anders And jólaaftan. Annars ber sjálvandi til at hyggja á netinum eftir fittu filmunum um Øskufíu, Snjóhvítu, Mickey og øll hini.