Bøkur neyðugar fyri føroyska samleikan

Føroysk bókaútgáva er í kreppu, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag. Nýggja samgongan vísir á týdningin av føroyskum bókum fyri samleika okkara og lovar bæta á økinum

Tjóðarsamleikin knýtir føroyska fólkið saman og er orsøkin til, at vit byggja land. Hetta staðfesta nýggju samgonguflokkarnir, men viðganga eisini, at hesin samleiki er undir trýsti. Tí skulu átøk gerast fyri at stimbra og menna tjóðarsamleikan.

Samgongan ætlar mest møguligt at fylgja teimum tilmælum, sum málstevnunevndin setti fram fyri stuttum. Og serligur dentur verðurlagdur á at fáa til vega føroyskt ella føroyskað tilfar til børn og ung.

Týðaragrunnur skal skipast sum ein konta á fíggjarlógini, men verður umsitin av Mentanargrunninum. Viðtøkurnar fyri grunnin verða endurskipaðar soleiðis, at hann verður rumsáttari og virkisøkið verður víðkað til fleiri listagreinir. Fíggjarlig menningarætlan skal eisini gerast fyri grunnin samsvarandi tí tilmæli, sum gjørt var í upprunauppskotinum fyri grunnin.

Magnus Tausen, formaður í Lærarafelagnum, kemur annars í nýggjari grein í skúlablaðnum við hvøssum atfinningum at førda skúlabókapolitikkinum.

Hann staðfestir, at játtanin til Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur staðið í stað tey seinastu 20 árini. Játtanin er 1,1 millión um árið, men tá ið lønir og samsýningar eru tvífaldað hesi árini, er støðan hjá Bókadeildini vónleys, sigur Magnus Tausen.

Hann vísir á at bøkur hava avgerandi týdning fyri málmenningina, men eisini geva annað og meira enn málsliga barlast, táið foreldur t.d lesa saman við børnum sínum.

Tí hevur bókaútgáva stóran týdning, sigur hann at enda í greinini í Skúlablaðnum