BØKUR. Seinasta vikuskiftið kjakaðust fólk, sum fáast við bókaútgávur, um framtíðina hjá bókini. Hetta var í Keypmannahavn.
Ein teirra, Tor Nørretrander, helt, at tað besta, tú kanst eiga í 21. øld, eru evnini at siga søgur. Hann helt, at óttin hjá bókafólki fyri framtíðini er ógrundaður.
- Í tíðini, sum vit nú fara inn í, verður tað ein kapping um at fáa fólk at geva gætur, segði hann. Og hann helt, at famyvir fara handritini til bøkur at verða løgd út á internetið. Bókaforløgini eru ímóti hesum, men Nørretanders ætlar sjálvur at leggja næstu bók sína á internetið.
- Tú fært nakað aftur, tá tú gevur nakað. Soleiðis er kærleikans lóg. Og soleiðis verður eisini, tá bøkurnar verða lagdar á internetið. Fólk sleppa frítt fram at, og tað fer at gera, at fólk geva bókunum gætur, og so koma inntøkurnar av sær sjálvum, helt Nørretanders.