Bøkur hjá Bárði vekja áhuga í Frankfurt

– Árliga bók­a­mess­an í Frank­furt hevur alt at týða fyri meg sum høv­und og tekn­­ara í út­heimi­num, sig­ur Bárð­ur Osk­ars­son við heima­­síð­una hjá Námi

Bárður Oskarsson er høv­und­ur og tekn­ari við fýra barna­bók­­u­m, ið Bók­a­deild Før­oya Lær­ar­a­fel­ags gev­ur út.
For­lags­stjór­in Niels Ják­up Thom­­sen si­­g­ur, at tað er einki at iv­ast í at tann bók­in, sum sein­astu ár­ini er so nógv mest eft­ir­spurd er hin fyrsta hjá Bárði, »Ein hund­ur, ein ketta og ein mús«, sum fyrstu ferð kom út í 2004.
– Tað var ikki í mínum tonk­um at verða týddur og raka ein fremmandan markn­að, sigur Bárður Osk­ars­son í samrøðu við Nám í Frank­furt.
– Mín ætlan var heldur ikki at gera eina avgjørt før­oyska barn­a­bók, men held­ur eina bók, sum bjóðaði før­oysku barna­bók­ini av, tað vil siga at barn­a­bók­in í sniði og inni­h­aldi, talar til eitt ávíst øki, sum kann vera Føroyar, men tó ikki er bundin at Før­oyum.
Barnabøkur eru ofta so lok­al­ar og nema við við­ur­skift­i sum tað kenda og trygga. Eg gangi eftir einum breið­ari máli í mínum bókum, har vit eru leys av mentan og búskapi og bindingum til sam­fel­agið, men vil held­ur raka hitt ein­staka menn­iskj­að. Tí skal søg­an vera ein­føld, bæði í teksti og tekningum.
Higartil er bøkurnar hjá Bárði Oskarsson umsettar til ís­lendskt, dansk og franskt. Á bóka­mess­uni eru sam­ráð­ing­ar við for­løg um út­gáv­ur á svensk­um, týsk­um, it­alsk­um, ensk­um, ís­ra­el­sk­um og kor­eansk­um máli.
– Øll hesi sambond høvdu ikki verið knýtt, um vit ikki møttu á árligu bókamessuni í Frank­furt, sigur Bárður Osk­ars­son.