BÓKIN UM HANS ANDRIAS
Framløga í Norðurlandahúsinum
21. juli kl. 16.00
Hann eigur 90 sangir í Songbók Føroya fólks. Í tí frálíku Barnasangbókini, sum Mentamálaráðið gav út í fjør, eigur hann ta størstu tekstnøgdina, 13 sangir. Hansara sangir verða sungnir við alskyns høvi, á føðingardøgum, í brúdleypum, í veitslum, í skúlum, á barnagørðum og vøggustovum og – sjálvsagt og ikki minst – tá midnáttarsangurin ljóðar á ólavsøku.
Hann eitur Hans Andrias Djurhuus. Bókin um henda mann verður løgd fram í Norðurlandahúsinum sunnudagin tann 21. juli kl. 16.00. Bókin er ein bókmentalig ævisøga. Høvundurin er Hanus Kamban.
##med2##
Hans Andrias varð føddur 20. oktober 1883. Hann vaks upp í Havn, var tveir túrar til skips, gekk á háskúla 1901-02 og á læraraskúla 1902-05. Í stytri tíðarskeið var hann lærari í Klaksvík og Havn. Hann undirvísti í Sandavági 1909-16 og var 1. lærari á Tvøroyri 1916-19. Árini 1919-50 undirvísti hann á Real- og Læraraskúlanum. Hann andaðist 6. mai 1951.
Tað var eyðkent fyri Hans Andrias, at hann legði nógva orku í at víðka og hækka sítt fakliga støði. Hann var tríggjar ferðir á Danmarkar Læraraháskúla, 1906-07, 1911-12 og 1928-29.
Sum høvundur læt Hans Andrias úr hondum yrkingasøvn, skúlabøkur, barnarímur, sjómansrímur, søgusøvn, ævintýr, sjónleikir, eitt lítið sálmasavn og eina skaldsøgu.
Bókin um Hans Andrias er ein bókmentalig ævisøga. Í hesum liggur, at høvuðsdenturin er lagdur á at umrøða og viðgera skaldsins bókmentaligu tekstir og – í summum førum – kanna eftir, um ævisøguligar upplýsingar kunnu varpa ljós á einstakar teirra.
Í formælinum skrivar høvundurin, at henda bókin er ein kontekstuell ævisøga, t.e. at skaldsins lív og virki verða sæð og lýst sum partar av einum tíðarsamanhangi. Dømi um slík samanhang er søgan um grein sjey, sum kom í gildi í 1912 og ásetti, at danskt í høvuðsheitum var lógarfest kenslumál í Føroyum. Trýst elvir til móttrýst, og sambært einari heimild gjørdi henda lógargrein sítt til, at Hans Andrias yrkti sínar barnarímur. Eitt annað dømi er tað serliga samskiftið millum tjóðskaparhugað í Føroyum, Íslandi og Norra. Ein frukt av hesum ráki var Norrønaferðin í 1928, úr Bergen til Orknoya, Hetlands, Føroya, Íslands og aftur til Bergen.
Sum nevnt var Hans Andrias tveir túrar til skips. Hetta festi í honum ein serligan samhuga við tí føroyska sjómanninum. Fyrri helmingur av 20. øld – serstakliga tríatiárini og seinni heimsbardagi – var ein hørð tíð, ikki minst fyri føroyskar sjómenn. Hans Andrias lýsti sín samhuga við bókini Sjómannsrímur, sum kom í 1925. Seinni yrkti hann aðrar sjómansrímur, og mangar teirra gjørdust tiltiknar, eftir at Regin Dahl seinni hevði gjørt løg til teirra. Lagt kann verða aftrat, at Hans Andrias eisini í røðu, ið varð hildin á fólkafundi í Hesti tann 10. juni 1934, umrøddi føroyskar sjómenn, konur og børn teirra. Í tíðini frammanundan vóru 5 skip burturgingin. Hetta gav hansara røðu eitt álvarsemi og eina dýpd, sum fingu fólk at sita sum undir lestri.
Í bókini um Hans Andrias eru fleiri yvirlit, eitt yvir yrkingar í tíðarrøð, eitt yvir yrkingar í stavraði og eitt yvir tekstir á óbundnum máli.
##med3##
Bókin um Hans Andrias er tilsamans 804 síður og verður útgivin innbundin í tveimum bindum. Bókin fæst á framløgudegnum fyri serprís. Eisini ber til at fáa eintøk signerað av høvundinum.
Sum nevnt er framløgan í Norðurlandahúsinum 21. juli kl. 16.00. Við hetta høvi fer Páll Danielsen at lesa nakrar yrkingar eftir Hans Andrias. Somuleiðis fara limir í Tórshavnar Manskóri at syngja nakrar sangir eftir skaldið. Hanus Kamban fer at hugleiða um Hans Andrias, sjógvin og barnið. Framløgan endar við felagssangi.
Tórshavnar Kommuna, Vága Kommuna, Grunnur Onnu Djurhuus og Mentanargrunnur Landsins hava stuðlað útgávuna.