Mánakvøldið 23. november kl. 20.00 verður aftur bókmentakvøld í Mettustovu. Hesaferð er tað Turið Kjølbro, sum heldur fyirlesturin: Barnabókmentir og barnafatan út frá ritgerðini Bókin og barnið.
Kanningin umfatar uppruna føroyskar bøkur fyri størri børn, skrivaðar í tíðarskeiðnum 1987 til 1997 við serligum atliti til ta barnafatan, sum bókmentirnar avdúka.
Í fyrilestrinum verður nomið við høvuðsrák í barnabókmentum, og ávísir træðrir, sum eyðkenna føroyskar barnabókmentir, verða viðgjørdir. Hugleitt verður eisini um føroyskar barnabókmentir í dag.
Høvið verður sjálvsagt at seta spurningar og tosa víðari um málið aftur við einum drekkamunni aftan á fyrilesturin.