Bóklingur um nýggja brúkaraprístalið

Tíðindaskriv

Veitst tú, hvussu nógv av tí, vit í Føroyum vanliga brúka, fer til til mjólk og sodavatn, til kjøt og breyð, til telefon, teldur og internet, til bil og buss, til uttanlandsferðir, til klæðir, til frítíðarítriv, til el og olju osv. ? Tað kanst tú fáa at vita í bóklinginum, sum Hagstova Føroya nú hevur givið út um nýggja brúkaraprístalið hjá okkum.
Men hvat er eitt brúkaraprístal? Hvussu ger man tað? Hvørjar vørur og tænastur, hvørjir prísir skulu við? Hvussu roknar man tað. Og hvat vóru úrslitini av kanningunum, sum Hagstovan gjørdi, fyri at finna grundarlagið undir nýggja prístalinum? Hetta eru evnini í nýggja bóklinginum hjá Hagstovuni.
Vit fingu nýtt brúkaraprístal í fjør. Hetta varð neyðugt, tí gamla brúkaraprístalið frá 1975, ið bygdi á kanningar av húsarhaldsnýtsluni í 1972, var ikki eftirfarandi longur. Tað gav at bíta við sáttmálasamráðingarnar í 1999, tá ið ósemja um veruliga prísvøksturin í Føroyum tók seg upp millum partarnar, og tað gjørdist alment kunnugt, at neyðugt var við nýggjum, álítandi prístalið.
Tá vit samanbera mynstrið í húsarhaldsnýtsluni í 1975 og 2001, sæst týðiliga, at stórar broytingar eru hendar. Húsarhaldini brúka nú meir av summum og minni av øðrum. Fleiri av vørunum og tænastunum, húsarhaldini nýttu í 1972, eru nú mest sum horvnar. Og nógvar aðrar, nýggjar vørur og tænastur eru komnar aftrat. Eisini var í 1972 nógv størsti parturin av nýtsluni beinleiðis vørukeyp - nú er nógv størri partur keyp og nýtsla av tænastum.
Hetta yvirlitið vísir týðuliga broytingina í nýtslumynstrinum frá 1975 til 2001:
1. juli 2001 var brúkaraprístalið roknað fyrstu ferð eftir nýggja vektargrundarlagnum, sum byggir á kanningar av nýtslumynstrinum hjá húsarhaldunum í 1998. Hesum verður greitt gjølliga frá í bóklinginum. Á Hagstovuni hevur John Jacobsen staðið fyri verkætlanini og hevur lagt bóklingin til rættis.
Bóklingurin fæst í bókabúðunum og kostar 50 kr.