Bókin um Julian komin

Fyrsta føroyska fótbóltsbiografi’in er nú komin á marknaðin. Tað er Julian S. Johnsson, sum saman við Emil L. Jacobsen, blaðmanni, hevur skrivað bókina, Føroyingurin í Danmark. Ein bók, sum fyrst og fremst er ætlað at geva lesarunum eitt innlit í føroyska fótbóltsheimin og í tilveruna sum yrkisspælara uttanlands.
Julian hevði sína fótbóltsuppaling í HB, eftir at hann sum smápiltur annars hevði spælt í Vejle. Síðani hevur hann spælt við B36 og B68 her heima, umframt at fótbóltstilveran eisini hevur ført hann til Noregs, Onglands og Íslands.