Í eini fullsettari skúlaaulu í Ósaskúlanum hóskvøldið legði Páll Kunoy rithøvundur fram bókina um Fossanes, sum gekk burtur við 17 monnum 3. mars 1938 Tað var Klaksvíkar kommuna, sum skipaði fyri kvøldsetuni við Steinbirni Jacobsen, borgarstjóra, á odda.
Sangkór sang, og skúlastjórin í Leirvík umældi bókina.
Arni Vatnhamar var komin úr Leirvík at siga nøkur orð, um tað at missa papa sín við Fossanesi.
Nógv avvarðandi vóru hjástødd, og sagt verður frá eini grípandi løta í Ósaskúlanum, tí Arni Vatnhamar setti orð á tað, sum tey avvarðandi høvdu verið út fyri.