Bókin letur seg upp

Í lesiringinum á Fuglafjarðar Bókasavni kjakast tey dúgliga um alskyns bøkur. Og hví ikki onkuntíð bjóða høvundanum við eisini?

Fyrsta gerandiskvøld í mánaðinum hittast 8 fólk í hugnaligu hølunum á Fuglafjarðar Bókasavni. Hvør sær hava tey lisið somu bók, og nú fáa tey høvi at lufta sínum tankum og hoyra, hvørjar tankar hini hava gjørt sær um bókina. Og tað er líka spennadi hvørja ferð, tí sum ein av teimum sigur
- Tað følist, sum bókin letur seg meir og meir upp, meðan tú lurtar eftir hinum. Knappliga byrjar tú at leggja merki til eina rúgvu, tú als ikki gav tær far um, meðan tú las hana - tað er líka við at tú fært hug at lesa hana umaftur.
Kundi ikki halda sær
Tað er Vónbjørt Solmunde, bókavørður, sum fyrst í hesum árinum tók stig til lesiringin á Fuglafjarðar Bókasavni. Fyrsta bókin, tey lósu, var Sebastians Hús hjá Oddvør Johansen, og síðani hava bæði nobelvinnarar og klassisk ævintýr verið á skránni. Beint nú lesa tey Momo hjá Michael Ende, so uttan iva verður tað til ein túr í Tjóðpallin í næstum, har leikurin verður spældur beint nú.
- Vit semjast altíð um bókina, vit skulu lesa til næstu ferð. Men vit eru sjáldan samd, tá vit hittast aftur. Onkur hevur kett seg ræðuligt, meðan onkur heldur bókina vera onki minni enn framúrskar-andi. Tað er ótrúliga áhugavert og læruríkt at hoyra, hvussu ymiskar lesiupplivingarnar hjá fólki kunnu vera, sigur Vónbjørt.
Vónbjørt hevði spælt sær við hugskotinum um ein lesiring í nógv ár, men tað var ikki fyrr enn hon byrjaði sum bókavørður í Fuglafirði, at hon gjørdi álvara av tí.
- Tá eg kom inn í hesi gomlu og hugnaligu hølini, fekk eg ikki hildið mær longur. Hvat meir kanst tú ynskja tær, enn eitt søguríkt gróthús hús fult av bókum mitt í bygdin? At finna fólk, sum vildu vera við, var ongin trupulleiki, so tað var bara at fara í gongd.
Næsta hugskotið hjá lesiringin-um verður at bjóða onkrum høvunda, tey lesa, til Fuglafjarðar. Spennandi at hoyra, hvat hann ætlaði við bókini, halda tey, og uttan iva eisini hjá honum at hoyra, hvat tey nú hildu um hana.