Bókin »Lívið her

Tíðindaskriv

 

Soleiðis eitur bók, sum Ása V. Hansen hevur givið út á egnum forlag. Hon viðgerð í stuttum, lættlesiligum kapitlum ymiskar grundleggjandi spurningar, sum hava við lív og ævinleika at gera.

Er lív eftir deyðan? Kann ævinleikin prógvast vísindaliga? verður spurt í fyrstu kapitlunum. Og út frá hesum spurningum verður so komið inn á bíbilskar hendingar, á Jesusar lív og deyða fyri okkum, og hvussu vit fáa frelsu og uppreisnarlív gjøgnum hann.

Men Ása kemur eisini inn á upplivingar, talið 666, friðarríkið og ymsar spurningar, sum ivaleyst mong menniskju hugsa um. Bókin endar við tí, sum Opinberingin hevur at siga um nýggjar himlar og nýggja jørð, sum øll tey, sum kenna Harran Jesus, einaferð skulu uppliva.

Sjálv sigur hon í fororðinum: Ætlanin við hesum bóklinginum er at fáa teg at steðga á, og geva tær stundir at hugsa um ævinleikan. Sum ungur hugsar ein, at ein hevur alt lívið fyri sær, og tað kann eisini vera sera spennandi, hvat lívið hevur at bjóða. Útbúgving, seta búgv, fáa børn, sum krevur nógv av eins tíð. Summi seta føtur undir egið borð, onnur fara upp í politikk, og alt hetta er spennandi og tykist eggjandi, og hví skal ein so hugsa um lívið eftir deyðan?

Tað skulu vit, tí vit eiga ikki dagin í morgin. Vit eru her á fold, eisini fyri at taka avgerð fyri ævinleikanum.

»Lívið her og hinumegin« er 87 blaðsíður, kostar 85 kr. Og er væl egnað at geva teimum, sum eru farin at hugsa um ævinleikan og treingja til vegleiðing.