Bókin gevur vón

Talan er um eina vakra bók, ið hevur eitt gott mál og sum kann geva fólki í líknandi støðu vón um, at tað ber til, heldur Karin Kjølbro


 
Millum tey mongu fólkini, ið vóru savnaði í Miðlahúsinum í gjár til útgávuna av bókini, var Karin Kjølbro, leiðari á Kriminalforsorgini, og hon fegnast stórliga um útgávuna.
– Eg haldi talan er um eina vakra bók, og sum hevur eitt gott mál. Bókin er trúgv ímóti tí sum fór fram fyri nógvum árum síðani og lýsir tingini sum tey vóru, sigur Karin Kjølbro um “Jana – eitt hjartabarn”.
– Somuleiðis er talan um eina vakra søgu um familjusamanhald og stuðul, og eg meti at hetta so avgjørt er ein týdningarmikil bók. Í nógv ár hava vit tikið so nógv á hesum økinum fyri givið, men soleiðis hevur veruleikin ikki verið og hóast mong halda, at umstøðurnar framvegis eru langt frá góðar, so er veruliga nógv hent, sigur Karin Kjølbro.
Spurd beinleiðis um, hvønn  týdning Karin Kjølbro metir bókin kann fáa, er hon skjót at svara.
– “Jana – eitt hjartabarn” er ein bók, sum kann geva øðrum fólki, sum koma í eina líknandi støðu, vón um at tað ber til. Familjan hevur lívskvalitet og tað er flott, vísir Karin Kjølbro á.