- Hettar er bæði hugstoytt og skelkandi at lesa. Úttalilsini eru niðrandi og kunnu skapa split millum fakbólkar, og mest álvarsamt so skapar hetta órógv og ótta á einum einum stovni, sum frammanundan er bæði sperdur og skerdur, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.
Hann sipar til úttalilsini hjá virkandi leiðaranum á Søvnum Landsins, Sámal Tróndur F. Johansen, um bókavørðirnir og fyrrverandi leiðaran á stovninum, Erhard Jacobsen.
Tað er í álitinum Eftirmeting av samanleggingini av Søvnum Landsins, sum Jóan Pauli Joensen, professari, hevur skrivað.
Starvsamannafelagið og Bókavarðafelagið hava vent sær til landsstýrið og hava hvassliga átalað tað, sum Sámal Tróndur F. Johansen, verður siteraður fyri í álitinum.
- Tað syrgiliga er, at úttalilsini í ringasta føri kunnu fáa beinleiðis skaðiliga ávirkan á arbeiðið at samansjóða Søvn Landsins, har júst álit og samstarv millum leiðslu og starvsfólk, hevur verið tann stóra mangulvøran. Skal samanleggingin av Søvnum Landsins eydnast, er tað umráðandi, at vit hava leiðarar, sum ganga undan og virka savnandi. Sæð í hesum ljósi eru úttalilsini ógvuliga óheppin og skaðilig, skrivar Súni Selfoss.
- Alt hettar ger, at eg havi ringt við at taka kanningina av samanleggingini fyri fult og haldi ikki at hon er eftirfarandi, skrivar Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.