Bókatíðindi: Hundurin, kettan og músin vakt ans í Bologna

Á stóru barnabókamessuni í Bologna í Italia í farnu viku vakti føroyska barnabókin Ein hundur, ein ketta og ein mús við teksti og tekningum eftir Bárð Oskarsson stóran ans. Danska agenturið ICBS, ið hevur átikið sær at umboða Bárð Oskarsson úteftir, vísti bókina fram fyri nógvum útlendskum forløgum.
- Fólk vóru sera áhugað og halda bókina vera ógvuliga spennandi, so møguleiki er avgjørt fyri, at bókin kemur út á øðrum málum, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Ein hundur, ein ketta og ein mús er um teir tríggjar jassarnar, hundin, kettuna og músina, sum keða seg illa, tí alt er vorðið øðrvísi enn fyrr. Men tá ið músin slær hundin á halan við hamara, gerst alt nógv stuttligari.... Fyri hesa bókina og hinar, ið hann hevur teknað til, fekk Bárður Oskarsson í februar gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Grundgevingin at lata unga listamanninum gávugóðsið var, at hann longu sum blaðungur hevur víst "eyðsýndar gávur at tekna og mála (...). Hann hevur ment sín egna, sermerkta stíl, eyðkendan av hugflogi og humor, sum nógv bæði í Føroyum og uttanlands, hava givið sær far um."
Hvat útlendski áhugin kann føra til, fer tíðin at vísa...
tk