Bókatíðindi: Áheitan

Føroya Landsbókasavn heitir á fólk um at hjálpa at fullfíggja søvnini við titlum, ið vanta.
Ein av uppgávunum hjá Føroya Landsbókasavni er at savna allar føroyskar bókmentir og allar útlendskar bókmentir um føroysk viðurskifti umframt allar bókmentir eftir føroyskar høvundar. Ymiskt vantar tó í søvnunum, og tí heitir Landsbókasavnið á tey, ið hava møguleika at fullfíggja søvnini við onkrum titli, um at seta seg í samband við Landsbókasavnið.
À heimasíðini hjá Føroya Landsbókasavni, www.flb.fo , ber til at síggja eitt yvirlit yvir titlar, ið vanta í søvnunum ? sonevndir ?desiderata?.
ave