Bókastevna í Forum

Durita Holm verður á básinum hjá Borgen í Forum



 

Birgir Kruse

Fríggjadagin letur upp árliga bókastevnan "BogForum 2000" í Forum í Keypmannahavn. Hetta er 9. ferðin at stevnan verður hildin. Gestirnir eru ikki bara danir, men eisini úr Føroyum og umheiminum annars. Ein av forvitnisligu gestunum úr Føroyum, er sjónvarpsaktuella Durita Holm, sum siglt hevur við Sølku Vølku kring knøttin. Hon verður at hitta á básinum hjá danska forlagnum Borgen. Á altjóða bókastevnuni í Frankfurt varð bók hennara um ferðina við ferro-cement bátinum, sum áður hevði heimstað á Sandi, at síggja. Á stevnuni í Forum sæst og hoyrist alt, ið hevur við bøkur at gera. Nýggjar útgávur, kjak og samrøður við rithøvundar, sum signerað og lesa upp. Og afturvið fæst kaffi og bjór. Umframt at hitta aktuellu rithøvundarnar ber til at verða við í kjaki um mannarættindi, nýfeminismu og multietniska nýdanmark. Umframt Duritu Holm, verða Bret Easton Ellis, Anita Desai, Per Olov Enquist, Liza Marklund og Jan Guillou millum teir útlendsku rithøvundarnar, sum ivaleyst fara at gera vart við seg á bókastevnuni í Forum. Allir teir aktuellu donsku rithøvundarnir møta og ætlanin er eisini, at hansara hátign Heindrikur Prinsur vitjar í Forum og lesur úr egna yrkingasavninum "Cantabile". Nú Ingrid Drotning doyði er óvist hvussu hetta verður. Atgongugjaldið er 60 krónur og dyrnar lata upp fríggjadagin hin 17. november klokkan 10. Stevnan varir í tríggjar dagar. Eina knappa viku eftir stevnuna er ársins síðsta stóra rockkonsert á sama staði. Tá fara D:A:D og Sort Sol at spæla so oman rapa allar bøkur.