Eg haldi ikki, at tað, at styrkja skúlabókasavnsøkið fer at loysa nakran lesitrupulleika. Skúlabókasøvnini eru fyrst og fremst eitt amboð, sum børnini eiga at brúka í samband við teirra virki innan skúlagátt, og skúlabókasøvnini eiga sjálvandi verða útstýrd til hetta endamálið.
Um ein ynskir at taka hond um lesitrupulleikan, so eiga bæði land og kommunur heldur at bera so í bandi, at vit fáa nøkur dygdargóð fólkabókasøvn kring landið. Dygdargóð fólkabókasøvn, sum standa opin hvønn dag, allan dagin, eisini aftaná skúlatíð. Dygdargóð bókasøvn, har børnini og tey vaksnu saman ella hvør sær finna frítíðarlestnað, og heinta sær vitan og upplivilsi gjøgnum teir mongu miðlanar og møguleikarnar, sum bókasøvnini eiga at bjóða almenninginum.
Tað er ein stórur trupulleiki, at vit ikki hava eitt einasta fólkabókasavn í landinum, sum stendur mát við nútíðar bókasøvn í okkara grannalondum. Her hugsi eg m. a. um fysiskar og tøkniligar karmar, um upplatingartíðir, og ikki minst um breidd í tilfari og tilboðum.
Bókasavnsøkið hjá okkum er á steinaldarstøði. Haldi at tað er heilt burturvið, at tey fáu oyruni, sum verða brúkt á bókasavnsøkinum í stóran mun fara í nøkur smá skúlabókasøvn, sum standa stongd tað mesta av degnum í onkurm avlopskróki í skúlunum. Haldi at hetta er fullkomiliga meiningsleyst.
Foreldur sum lesa, eiga børn sum lesa, siga fleiri kanningar. Og eitt er so heilt vist, og tað er, at vit fáa ikki fleiri foreldur og børn sum lesa, við at leggja orkuna í at styrkja smáu skúlabókasøvnini. Vit eiga heldur at byggja og reka nøkur fá, men tíðarhóskandi og dygdargóð fólkabókasøvn.
Fann hetta í pisafrágreiðingini:
"Ved afslutningen af PISA-Færøerne 2005 blev der fremsat følgende mulige
forklaringer på de relativt dårlige resultater: ......
De relativt små lokalsamfund betyder, at de offentlige biblioteker råder over beskedne samlinger, der ikke er udfordrende eller attraktive for unge mennesker."










