Miðnámsskúlin í Suðuroynni hevur ikki tær bestu umstøður ein kann hugsa sær. Bókasavn skúlans heldur til í gomlu kommunuskrivstovuni í Vági, ið liggur millum bygningin hjá Miðnámsskúlanum og Vágs Skúla. Gamla kommunuskrivstovan er ikki í serliga góðum standi, men vegna hølistrupulleikar valdi Miðnámsskúlin fyri tveimum árum síðan at nýta hana til bókasavn. Og hóast vánaligu umstøðurnar, hevur tað borið til hjá næmingum og lærarum at nýta kommunuskrivstovuna til bókasavn, uppihaldsstovu og lesistovu. Hetta ber tó ikki til longur, tí í løtuni er alt ein stórur ruðuleiki inni á bókasavninum. Har liggja bøkur, hyllar, teldur og telduborð hvørt um annað á gólvinum, og ikki ber til at ganga á gólvinum uttan at stíga á onkra bók
Stórur skaði
Deildarleiðarin fyri Miðnámsskúlan í Suðuroy, Ole Laursen, sigur, at talan er um rættuliga stóran skaða. Allar bókurnar hjá bókasavninum eru tveittar eftir gólvinum, og harafturat hava ótangarnir, ið framt hava herverkið, eisini gingið omaná bókunum.
Talan er um so mikið ógvusligt herverk, at tað ikki kann bera til, at talan er um smábørn, ið hava framt slíka brotsgerð. Talan er heldur um vaksin fólk, ið vistu hvat tey ætlaðu sær, tá tey framdu brotsgerðina, sigur Ole Laursen, deildarleiðari. Hann sigur seg ikki vita, hvør tað er, ið hevur framt botsgerðina. Men tó væntar hann, at onkur í Vági veit meira at siga um, hvat er hent, og heitir tí á viðkomandi um at siga sær ella løgregluni frá sum skjótast.
Av tí at bygningurin hevur staðið ólæstur, hevur ikki verið neyðugt hjá ótangunum at bróta seg inn, og tískil vil tryggingin ikki rinda skúlanum skaðaendurgjald.
Latið løgregluni
Av tí at talan er um ógvusligt herverk og leiðsla skúlans ikki veit, hvør tað er, ið hevur framt herverkið, er málið latið løgregluni. Men løgreglan er tó ikki komin langt í málinum enn. Hon kann bert staðfesta, at tann ella tey, ið hava framt herverkið, ikki hava brotið seg inn, orsakað av, at bygningurin hevur staðið ólæstur. Men løgreglan arbeiðir við málinum, og vónar at finna fram til, hvør hevur verið atvoldin til bókarokið í Vági.