Bókin Mín, sum er ætlað teimum heilt smáu, er um tann lítla fílin, sum leitar eftir einum pinni, men sum so hittir ein giraff við einari kokosnøt. Hvat síðani hendir, siga tær serligu myndirnar hjá høvundanum Birde Poulsen okkum. Fyrr í ár gav Bókadeildin bókina út Mamma, hvar ert tú? so fílurin er ikki heilt ókendur á okkara leiðum.
Eisini er ein nýggj myndabók frá Bókadeildini nú í bókabúðunum. Tað er bókin Um gentur og tunnuflakar og ein ommuprikkutan kjóla, sum Gurðun Gaard hevur skrivað og Bárður Oskarsson hevur myndprýtt. Bókin er um eina gentu, sum bæði er fín og røsk, tí tað ber væl til, hóast mamman heldur vildi havt hana at ansa eitt sindur meira eftir tí nýggja ommuprikkuta kjólanum. Guðrun hevur verið og siglt við tunnuflaka og tað heldur hon vera øgiliga spennandi. Hon skilir als ikki, at gentur ikki kunnu dálka seg líka væl sum dreingir.
Hendan lýsandi gula myndabókin er tann triðja í røðini um gentuna Guðruna.
Nú er seinasta bókin hjá donsku fantasydrotningini Lene Kaaberbøl eisini komin. Skammarakríggið er fjóðra bók í røðini um Dinu, beiggjan Davin og vinmannin Nico, sum stríðast ímóti órættinum og valdsgerðunum hjá Drakani. Bókin er eisini um ein samleikabardagi innan í Dinu, tí hvør er hon í grundini? Umboðar hon tað góða í mammuni ella tað ónda í pápanum? Í hesari bókini verða allar gátur loystar, tó at endin als ikki er tann, vit væntaðu, men tekur okkum heldur heilt á bóli. Bókin Skammarakríggið er 396 spennandi bls. Karl N. Hansen týddi til føroyskt.